(Mynd: Landsverk)

Miðflokkurin: - Nevnd skal tryggja politiskt óheftni í KvF

Sverri Egholm

08.03.2018 - 06:40

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Miðflokkurin hevur lagt uppskot fram fyri tingi um at seta eina óhefta nevnd, sum skal tryggja politiskt óheftni. Sambært uppskotinum skal nevndin leggja eina frágreiðing fram árliga.

- Miðflokkurin heldur, at óvildarsemið í tíðindaflutningi Kringvarps Føroya ikki livir upp til sítt endamál, sum tað er lýst í Public Service sáttmálanum, stendur í viðmerkingunum til uppskotið.

Víðari í viðmerkingunum verður funnist at bæði innanlands- og uttanlandstíðindunum í Kringvarpi Føroya, sum sambært uppskotsstillarunum, Jenisi av Rana og Bill Justinussen, sum í alt ov stóran mun, sambært teimum, verða lýst frá einari síðu.

- Miðflokkurin heldur, at eitt nú hevur sitandi samgonga fingið merkiliga góðan frið frá Kringvarpi Føroya samanborið við tann ágang, sum mangan varð førdur ímóti undanfarnu samgongu.

- Sama støða heldur Miðflokkurin er galdandi við tíðindum uttan úr heimi. Miðflokkurin heldur, at Føroya fólk ikki verður nøktandi og sakliga upplýst um politisku støðuna eitt nú í USA og Ísrael. Tað tykist, sum hevur Kringvarp Føroya fjaldar dagsskráir og við vilja velur at tiga ávís tíðindi burtur, sum ikki tæna fjaldu dagsskránni.

Mett verður at uppskotið fer at kosta eina hálva millión krónur.