Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Miðil: Semja í samgonguni um fiskivinnuskipanina

Sverri Egholm

16.08.2017 - 22:40

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Tað hevur ljóðað at samgongan ikki er samd um uppskotið um fiskivinnunýskipanina, men í kvøld sigur VP seg vita, at samgongulimirnir í dag hava undirskrivað eina semju um fiskivinnunýskipanina.

Júst hvat stendur í semjuni hevur ikki verið gjørligt at fingið at vitað enn, skrivar vp.fo.

Helst var tað eisini tí, at Aksel V. Johannesen var so avgjørdur, tá hann á Fiskivinnutinginum í Klaksvík í kvøld segði, at hann hevði alla samgonguna við sær.