Miðvika: Føroyingar høvdu stóran kunnleika um trúnna



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

14.11.2017 - 09:53

Mentan > Trúarlív

Í annaðkvøld heldur Jákup Reinert Hansen, lektari, fyrilestur í Hoyvíkar kirkju við evninum "Tá reformatiónin kom til Føroyar".

Fyrilesturin, sum byggir á nýggja gransking, greiðir frá, hvussu tann evangeliska trúgvin fekk fastatøkur millum fólkið her á landi. Jákup Reinert Hansen sigur, at sambært Lucas Debes 1673 høvdu føroyingar so stóran kunnleika um trúnna, at eingin í Danmark kundi metast javnt við teir.

Fyrilesturin er liður í Miðviku-tiltakinum hjá Hoyvíkar kirkju. Eftir framløguna hjá Jákupi verður drekkamunnur í kirkjukjallaranum, har fólk eisini hava høvi at spyrja og viðmerkja evnið.