Mynd: Jóanis A. Nielsen, jn.fo.

Mikkjal: Vit brenna ov illa

Hanus Samró

24.11.2014 - 18:10

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Í gjárkvøldið leiktu KÍF og Neistin í høllini í Kollafirði. KÍF vann dystin 27-19. Í stuttari viðmerking við portal.fo, sigur Mikkjal Hansen:

Vit eru okay við í byrjanuni, men brenna bara ov illa. Skotini liggja for ofta mitt á mál, ella stongina og út. Teir hava eina aggressiva verju, sum ger, at vit mugu flyta okkum nógv í álopinum, og vit hava ikki breiðasta hópin í løtuni, og mangla 3 vigtigar leikarar í bakkketuni, so tá orkan byrjar at ganga undan gera vit tekniskar villir og barnafeilir, sum teir straffa. Eisini koma vit alt ov vánaligt út til seinna hálvleik og teir fara frá 13-10 til 17-10 uppá nakrar fáa minuttir, og so er tað niðanbrekka restina av dystinum