Mynd: Jákup Ósá/Norðlýsið

Mikkjal: Vit kundu ikki steðga teimum í kvøld

Agnar Frederiksen

06.07.2017 - 21:35

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Eftir flotta javleikin í fyrra dystinum, fekk KÍ veruliga oyruni i maskinuna i Stockholm í kvøld. Tað endaði 5-0, og tað var eisini hálvleikstøðan.

Á tíðindafundinum eftir dystin á Friends Arena var tað ein vónbrotin, men ærligur høvuðsvenjari hjá KÍ, ið fekk orðið fyrst.

- Vit kunnu bara ynskja AIK til lukku, og viðurkenna at vit bara ikki kundu steðga teimum í kvøld. Vit vistu, hvat teir fóru at koma við, men teir spældu við einari leikferð, ið vit bara ikki kunnu matcha

Venjarin hja AIK, Rikard Norling, var sjálvandi fegin um sigurin, og at teir fingu lukkað dystin tíðliga, og harvið spart upp á kreftirnar, nú AIK hevur eina tronga leikskrá.

- Tá vit skora til 3-0, so er so gott sum liðugt. Tá verður tað meira enn trupult hjá teimum, at fanga okkum aftur. Vit fara eitt sindur niður í tempo eftir hetta, og serliga í øðrum hálvleiki. Tað var umráðandi fyri okkum, at fáa spart eitt sindur upp á kreftirnar, tí vit hava nógvar dystir fyri framman næstu tíðina, sigur hann.

AIK venjarin hevði annars rós til KÍ og Mikkjal Thomassen.

- Teir eru sera væl skipaðir í Føroyum, og teir gera tí útgangstøði hjá okkum trupult til í dag. Tað var týðuligt, at venjarin hevði gjørt eitt sera gott forarbeiði, tí teir vistu niður í smálutir hvat vit gjørdu.

Vit spurdu Mikkjal um, hvat uppgávan hjá honum var í hálvleikinum, og hvussu teir takklaðu seinna halvleik.

- Høvuðsuppgavan var at lyfta spælarnar upp aftur. Tað var ógvuliga keðiligt fyri teir, at koma út fyri ti, sum teir gjørdu í fyrra halvleiki. Tað snúði seg um at avmarka tapið, og tað sá betur út í seinna hálvleiki. Tað líktist meira fyrra dystinum.

(rættað 07.07 kl. 08.24)