Milliarderur og konan funnin deyð í Toronto



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Høgni Midjord

16.12.2017 - 16:46

Tíðindi >

Milliarderurin, Barry Sherman, og kona hansara vórðu funnin deyð í húsum teirra í Toronto í gjár, greiðir CNN frá.

Málið verður av løgregluni í Toronto lýst sum “mistonkiligt”.

Løgreglan hevur ikki almannakunngjørt nøvnini enn, men lokalir politikarar greiða frá hvørji hjúnini eru, og at tey vóru sera gávumild fólk.

Ráðharrin, Dr. Eric Hoskins skrivaði í dag á Twitter: “Eg havi ikki orð júst nú. Mínir góðu vinir, Barry og Honey Sherman eru funnin deyð. Góð fólk, og góðir leiðarar innanfyri heilsuøkið. Ein sera svárur dagur”.

Barry Sherman var formaður í heilivágsfyritøkuni Apotex, ið hann sjálvur stovnaði í 1974.

Hóast umstøðurnar eru mistonkiligar, kunnu vit ikki staðfesta enn, at talan er um dráp, sigur Constaple Hopkins frá løgrelguni, við CNN.