Johan ‘N0tail’ Sundstein (Mynd: Politiken)

Milliónirnar floyma inn: Johan Sundstein mest vinnandi spælarin í Danmark



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

14.12.2017 - 08:07

Ítróttur > Ítróttur > Esportur

Ein uppgerð, sum síðan Esport earnings hevur gjørt vísir, at føroyingurin Johan Sundstein er tann, sum hevur vunnið størst peningaupphædd í Danmark.

Tilsamans hevur hann tjent 1,45 millión dollarar ella góðar 8,9 milliónir danskar krónur uppá at spæla telduspælið Dota2. 

Johan ‘N0tail’ Sundstein, sum hann nevnir seg á teldumáli, spælir fyri liðið “OG”, sum hevur havt eitt gott ár í 2017. Liðið vann millum annað kappingina KIev Major, og vann 6,3 milliónir krónur at deila millum spælararnar.

Í uppgerðini sum esportearnings.com hevur gjørt stendur, at pengarnir serliga eru komnir inn tey seinastu trý árini. Hann hevur luttikið í 91 kappingum.

2017: $394,842.40
2016: $583,028.80
2015: $349,249.71
2014: $79,872.93
2013: $24,661.65
2012: $5,326.46
2011: $6,436.59
2010: $1,715.02

Samanlagt: $1,445,133.56 (Umleið 8,9 mió DKK)

Les eisini: Føroyskur millióningur: Gavst í skúlanum fyri at spæla telduspøl