Mynd: Jens Kr. Vang

Milliónaódnirnar: Nú mugu tryggingarfeløgini punga út

Jens Hákun Leo

02.01.2017 - 12:48

Tíðindi > Veðrið

Ódnirnar, sum gjørdu um seg á jólum, eru ein fíggjarligur smeitur hjá tryggingarfeløgunum her á landi. Tilsamans 2.400 skaðar eru fráboðaðir hjá ávikavist Tryggingarfelagnum Føroyar og Tryggingarfelagnum Trygd, sum upplýsa, at skaðar eru fyri tilsamans 45-50 milliónir krónur.

Hetta veit Kringvarpið at siga í dag.

Kringvarpið vísir á, at Tryggingarfelagið Føroyar hevur fingið 1700 fráboðanir um skaðar, meðan Tryggingarfelagið Trygd hevur fingið 700 fráboðanir um skaða, og at skaðarnir hjá Tryggingarfelagnum Føroyar kosta 30 milliónir krónur, meðan teir hjá Trygd kosta 15-20 milliónir krónur.

Hesi tøl eru tó bert fyribilsmetingar, og kunnu tey gerast uppaftur hægri, tá hugt er nærri at ymsum skaðum.

Enn er, sambært KVF, ikki greitt, hvussu stóran part tey bæði tryggingarfeløgini eiga og fara at rinda sínum kundum. Tað vita tey seinri í mánaðinum.