Mina Sirdal: Vit ætla okkum at vinna

Hanus Samró

31.10.2014 - 01:41

Ítróttur >

Í samband við dystin millum STÍF og Stjørnuna, ið verður leiktur sunnudagin 2. november í høllini á Skála, hava vit sett Minu Sirdal (Stjørnan) nakrar spurningar.

Seinast tit spældu, tá taptu tit á heimavølli móti VB. Hvat hevur tú at siga um dystin?

Sjálvt um vit taptu, so eru vit ikki heilt ónøgdar við dystin. Vit høvdu eina fína byrjan, har vit dekkaðu væl, og av tí sama fingu tær ikki so nógv mál. Men so steðgaðu vit í álopinum og komu ikki til nógvar málmøguleikar, so VB dró frá okkum. Vit koma væl inn aftur í dystin aftaná hálvleikin, og minkaðu eisini um málmunin, men megnaðu tíverri ikki at fáa VB aftur. Sostatt endaði tað við einum 8-máls sigri til suðringarnar.

Leygardagin spæla tit móti STÍF. Hvussu eru tit fyri?

Vit síggja ljóst uppá tað. Tað er ikki nógvur munur á Stjørnuni og StÍF. Tvey sera tøtt lið, sum hava nógvar ungar leikarar. Væntast kann, at talan verður um ein sera javnan dyst.

Eru allir leikarnir tilreiðar?

Vit hava nakrar leikarar, ið eru úti við skaðum. Men vit havaeisini fingið nakrar leikarar aftur á liðið, sum hava fleiri royndir enn vit ungu . Sojú - vit eru tilreiðar!

Hava tit gjørt nakað øðrvísi til venjing?

Vit hava serliga vant verjuspæl.

Hvørjar eru vónirnar?

Vit ætla, at spæla sum eitt lið, og vit ælta okkum heim aftur til Klaksvíkar við tveimum stigum.


Dysturin verður leiktur sunnudagin 2. november í Høllini á Skála.