Dagført: Grindin norðanfyri slept
30.07.2014 - 18:27 - Leif Láadal

Ein grind varð sædd við Haraldsund í morgun. Talan var um eini 80 hval. Grindin verður tó ikki hildin til.

Chefpolitiinspektørur Peter Thaysen sigur við Portal.fo, at hann hevur fingið at vitað frá Karl Johansen, sýslumanni, at umstøður ikki eru til at halda grindini til. Tað er veðrið, sum ger, at hon verður slept, sigur hann.


Aftur til forsíðu