Soleiðis sóu teir út einaferð - Wolfgang - leygarkvøldi savnast teir aftur í Løkshøll

Ein ferð gjøgnum rokksøguna í Løkshøll



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

11.10.2016 - 12:09

Mentan > Mentan > Konsertir

Leygarkvøldið verður søgulig rokk konsert í Løkshøll í Runavík. Tá fara nøkur av fremstu tónleikanøvnum okkara á pall fyri at leiða áhoyrarunum á eina ferð gjøgnum Føroysku Rokksøguna.

Konsertin verður skipað sum ein søgulig gjøgnumgongd av Føroysku Rokksøguna, har steðgað verður á, og dvølt við tónleikarák og nøvn her á landi, sum hava verið við til at ímynda tey ymsu tíðarskeiðini í tónleikasøguni. Hesi fara at spæla og syngja saman við einum væl spælandi húsorkestri við royndum tónleikarum undir leiðslu av Henning Nicodemussen.

Talan verður um eina forkunnuga skrá, har høvið verður at hoyra nøvn, sum sera sjáldan eru at hoyra alment longur. Høvi verður eisini at hoyra eina sera forkunnuga endurstovnan av rokkbólkinum Wolfgang, sum fer á pall við manning, sum seinast spældu saman fyri 20 árum síðani. Limir í Wolfgang vóru stovnarar av Týr, fremsta føroyska rokkbólkinum í dag.

Øll tíðarskeið vera meiri ella minni umboðaði á konsertini. Farið verður 60 ár aftur í tíðina, tá Tey av Kamarium vóru at hoyra fyri fyrstu ferð. Leygarkvøldið fara Nicolina og Eyðbjørn á pallin í Løkshøll. Vábingurin og Red Boys limurin Jákup Mortensen verður eisini at hoyra á pallinum saman við Lailu Carlsen. Robert McBirnie og Jákup vóru millum stovnararnar av Red Boys, sum kollveltu tónleikapallin suðuri í Vági síðst í fimmtiárunum.

Hallgrím Miðberg kollvelti tónleikapallin í Vestmanna við at lofta skiffle og rokk rákinum síðst í fimmtiárunum. Seinni flutti hann á Skálafjørðin, har hann setti sín dám á tónleikalívið í sekstiárunum. Leygarkvøldið fer hann á pall saman við Ólavi Højgaard úr Vestmonnum.

Sjeytiárini vera eisini sterkt umboðað við Karl Martin Samuelsen, sum var oddamaður í Hjarnar. Torkil Johannesen sangari úr Musketerunum, Sir Funeral Band og Plúmm m.a. verður eisini at hoyra í Løkshøll.

Áttatiárini bøttu munandi um karmarnar at gera tónleik í Føroyum. Tvey framkomin studio vóru gjørd, og ein teirra, ið var sera virkin at geva bond og plátur út í áttatiárunum, var Georg eystan Á, sum eisini fer á pall leygarkvøldið.

Grunge rákið rakti Føroyar beinleiðis úr fylgisveinasjónvarpi í ringastu búskaparkreppuni her á landi fyrst í nítiárunum. Ungdómar í Føroyum loftaðu beinanvegin rákinum. Mold vóru grunge kongarnir í Føroyum. Leygarkvøldið verður høvið at hoyra Niclas Thorsteinsson og Kristin Nolsøe Bech úr Mold á pall

Bólkurin Enekk víðkaði karmarnar hjá føroyskum tónleiki fyrst í nítiárunum. Oddamaðurin, Kári Sverrisson, hevur síðani sítt gjøgnumbrot á føroyska tónleikapallinum við Enekk verið fast innbúgv á fremstu rók, og hevur samstarvað við nógvar tónleikarar m.a. Hans Jacob Kollslíð. 15. oktober verður høvið at hoyra úrslitið av teirra samstarvi í Løkshøll.

Aldarskiftið boðaði frá nýbroti innan føroyskan rokktónleik, har ein ørgrynna av bólkum tóku seg fram. Ein tann best dámdi og virdi bólkurin um hetta mundi var Deja Vu. Leygarkvøldið fer Flóvin Viderø úr Deja Vu á pall í Løkshøll.

Elinborg Pálsdóttir vann heiðurin sum ársins live tónleikari á Faroese Music Awards 2016. Hon hevur gott at breðga til, sum lítlasystir Eivør Pálsdóttur, men hevur eisini prógvað, at hon kann standa á egnum beinum.

Og sum áður nevnt fer Wolfgang á pall í endurstovnaðum líki.

Samlaða skráin sær soleiðis út:
Nicolina og Eyðbjørn av Kamarinum
Jákup Mortensen saman við Lailu Carlsen
Hallgrím Miðberg, Ólavur Højgaard
Karl Martin Samuelsen
Torkil Johannesen
Elinborg Pálsdóttir
Niclas Thorsteinsson og Kristin Nolsøe Bech úr Mold
Sverrisson og Kollslíð
Unn Patursson
Georg eystan Á
Flóvin Viderø, Deja Vu
Wolfgang