Góða gongdin hjá Vivino heldur fram



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Hallur av Rana

13.11.2014 - 18:29

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

- Eg minnist at eg stóð frammanfyri einum stórum veggi við vínfløskum í Bilka. Tað var ein sindur ræðandi uppliving. Men tankin kom til mín tá, at tað hevði verið fantastiskt, um onkur kundi vegleitt meg, so eg fekk meira vitan innan hetta. Sølumiðstøðini kundi selt mær hvat sum helst og tað gjørdi tey allarhelst eisini.

Soleiðis lýsir Heini Zachariassen, í drúgvari samrøðu við Computerworld.dk, hvar hugskotið til Vivino kom frá.

Greinin viðgerð app'ina Vivino, hvussu tað byrjaði og hvat framtíðin hevur at bjóða. 

Um góðu byrjanina sigur Heini, at tað var avgerandi at teir komu út á marknaðinum við app'ini í røttu løtuni.

- Vit komu út við Vivino tá fólk byrjaðu at keypa snildfonir, ið vóru skjótar at senda data og høvdu góð myndatól. Tvey ár áðrenn hevði hetta ikki borið til.

Um alt gongur sum ætla, so skal Vivino hava nýggjan kapital fyrst í næsta ár. Tað er hálvt annað ár síðani, at íleggjarar løgdu 60 milliónir krónur í fyritøkuna.

- Eg kann ikki siga við vissu, um talan verður um eina størri upphædd hesa ferð. Nógv er broytt síðani tá. Vit eru nógv, nógv størri í dag, sigur Heini í samrøðuni.

Greinin vísur á, at Vivino hevur 6,6 milliónir brúkarar. 500.000 av teimum løgdust aftrat í síðsta mánaða og brúkaratalið er tvífalda síðani ársskiftið.

Øll samrøðan kann lesast við at trýsta á her: