Ein bosnisk kvinna atkvøður á valinum í heimlandinum í dag. Mynd: EPA/FEHIM DEMIR

Í Bosnia velja tey tríggjar forsetar í dag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jógvan Hugo Gardar

12.10.2014 - 19:22

Tíðindi >

Umleið 3,3 milliónir fólk hava valrætt í Bosnia-Hercegovina, har tey í dag eru farin á val at velja tríggjar forsetar í tí etniskt spjadda landinum.

Bosnia-Hercegovina er formliga undir leiðslu av ST, har ein ST-útnevndur sendimaður hevur høvuðsyvirlit yvir landinum, og kann koyra politisku leiðsluna í landinum frá. Hetta er skipað gjøgnum sokallaðu Dayton-avtaluna, ið varð undirskrivað í 1995.

Á valinum í dag til ting landsins verða tríggir forsetar valdir, ein fyri hvørt av størstu fólkasløgunum. Forsetarnir eru valdir í fýra ár, men sita í átta mánaðir, so verður skift til næsta forseta. Í fýra ára skeiðnum situr hvør forseti tvær ferðir átta mánaðir.

Landið er býtt í tvey sjálvstýrandi økir, Republika Srpska og lýðveldi Bosnia Hercegovina. Harafturat kemur Brcko-økið, ið liggur undir hinum báðum men sum formliga er sjálvstýrandi.

Tjóðartingið er sett saman av 42 fólkavaldum frá sjálvstýrandi økjunum. 28 tinglimir koma úr Bosnia Hercegovina og 14 úr Republika Srpska.

Samansetingin av stjórn og politisku leiðsluni í ymsu pørtunum av landinum er sera fløkt. Tá ein roknar øll uppí, so hevur landið 14 forsætisráðharrar og 200 ráðharrastovur. Á valinum í dag skulu fólk veljast í 518 sessir.