Minkandi áhugi fyri oljuleiting í norðurøkjunum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

08.12.2017 - 10:21

Oljan >


Einans 11 oljufeløg søktu um leitiloyvi í 24. útbóðingini á norska landgrunninum. Hetta er minni enn helvtin í mun til 23. útbjóðingina, tá 26 feløg søktu. Viðmerkjarar siga, at orsøkin eru økini, sum eru bjóðað út og ikki ein minkandi áhugi fyri leiting sum heild. Fleiri av økjunum, sum vóru við í útbjóðiningini, hóva nevniliga ikki fleiri av teimum oljufeløgunum, sum plaga at vera partur av útbjóðingum á norska landgrunninum.

T.d. eru eingi loyvi bjóðað út í Norðsjónum í hesi útbjóðingini. Fleiri av smærri feløgunum hava tí takkað nei, tí tey eru meira áhugað í leiting nær verandi infrastrukturi heldur enn í frontierøkjum í Norskahavinum og í Barentshavinum. Flestu av loyvunum eru í Barentshavinum, og tað er greitt, at mong av feløgunum eru sera varin at fara undir leiting har, nú úrslitini av seinastu boringunum har hjá bæði Statoil og Lundin, hava verið sera vánalig. Tað eru so heldur ikki mong feløg, sum hava orkuna til at byggja út felt í td. Barentshavinum, um tey skuldu gjørt fund har. 

Ein orsøk til minkandi áhugan fyri at leita í norðurøkjunum er eisini manglandi vitan um økini og harvið stóra óvissan, sum er knýtt at leiting har. Enn ein orsøk til væntandi áhuga fyri at leita í norðurøkjunum er tann, at her finst lítil ella eingin infrastrukturur, sum hevur grundleggjandi týdning, um fund verða gjørd og hesi síðani skulu útbyggjast.