(Mynd: EPA)

Minnast ársdagin fyri álopið á talufrælsið

Ingi Samuelsen

05.01.2016 - 14:52

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Franski forsetin, François Hollande, avdúkaði í dag eina minnisplátu í bygningunum, har satirublaðið Charlie Hebdo helt til. Tað var byrjanin í haldinum av ársdegnum fyri álopið á talufrælsið og fólkaræðið í franska høvuðsstaðnum.

Á eini sinniligari og orðleysari hátíðarløtu í sirmi, legði Hollande saman við borgarstjóranum í Paris, Anne Hidalgo, ein krans eftir at minnisplátan var avdúkað.

Nøvnini á teimum 11 fólkunum, sum vórðu skotin og dripin undir álopinum á blaðið, eru ritað í minnisplátuna.

Seinni avdúkaði franski forsetin eina minnisplátu á staðnum, har gerningsmenninir skutu og drupu ein løgreglumann, meðan hann lá á vegnum.

Enn ein minnispláta er sett upp við jødiska handilin, Hyper Cacher, har fýra jødiskir kundar vórðu dripnir.

17 fólk lótu lív teir tríggjar dagarnar.

Charlie Hebdo einsamallur í stríðnum
- Vit kenna okkum ógvuliga einsamøll hóast dyggan stuðul, sigur fíggjarstjórin hjá Charlie Hebdo, Eric Portheault, við AFP-tíðindastovauna.

- Ongin vil stríðast saman við okkum, tí tað er vandamikið. Man kann doyggja av tí, sigur Portheault, sum yvirlivdi álopið við at fjala seg undir skrivaraborðinum. Hann heldur, at yvirgangsmenninir sigra, um blaðleiðslurnar fremja sjálvssensur.

- Vit vilja tekna Muhammed profet aftur, um tað verður neyðugt í sambandi við tíðindastreymin, sigur hann.

Álopið gjørdi satirikararnar kendar um allan heim, og slagorðið ”Je Suis Charlie” spjaddist um allar sosialar miðlar. Fýra milliónir fólk mótmæltu í Fraklandi fyri at stuðla blanum, hvørs fyrsta nummar eftir yvirgangin varð prentað í 7,5 milliónum eintøkum.

Upplagið hjá blaðnum er framvegis nógv størri enn undan álopinum. Men ein av kendastu teknaranum, Luz, segði seg úr starvið í september, tí álopið hevði skatt hann sálarliga – traumatisera hann.

Franska satirublaðið kemur við eini serútgávu í sambandi við ársdagin fyri álopið, ið hendi 7. januar í fjør.