(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Minnast Luther í Salt



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

08.09.2017 - 12:14

Mentan > Trúarlív

Í samband við, at tað verður hátíðarhildið, at tað í ár eru liðin 500 ár, síðan Martin Luther tók tað stig, sum gjørdist byrjanin til trúbótina, skipar Tvøroyrar kirkja fyri einum almennum tiltaki í mentunnarhúsinum “SALT” leygarkvøldið.

Kvøldið byrjar við, at Jónsvein Bech bjóðar vælkomin, og eftir ein Luther-sálm heldur Jákup Reinert Hansen, lektari ein fyrilestur, hann kallar ”Luther í orðum og myndum”.

Eftir ein støðg við drekkamunni og ábiti, verður filmurin ”Luther” frá 2003 vístur.