Tommurin

Minnast tá ið 14 suðuroyingar vórðu bjargaðir



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

21.05.2018 - 09:57

Mentan > Mentan > Søga

Komandi leygardag eru tað júst 50 ár síðan, at tvørasluppin Albert sakk í Vesturgrønlandi, og manningin varð bjargað undir sera truplum umstøðum av norska hvalaveiðiskipinum Lamas.

Hesa hending fara tey at minnast á Seglloftinum og í Pakkhús 5 á Tvøroyri, har skipað verður fyri fyrilestri og framsýning. Til staðar verður eisini familja og vinir hjá skiparanum á Lamas, sum eru komin til Føroyar at handa Pakkhús 5 stórfingnan lut.

Talan er um tommin hjá Albert, sum vanlukkudagin í ringum veðri, førdi 14 av manningini gjøgnum ísfylt hav til bjargingina umborð á Lamas. Eftir hetta brotnaði tommurin, og tríggir teir seinastu av manningini vórðu bjargaðir av skipsbátinum hjá Lamas.

“Tað er spennandi at fáa ein lut við so serstakari søgu til savnið. Ein kann jú siga, at hesin tommur átti lívið í 14 suðuroyingum”, sigur Rókur Tummasarson, ið stendur fyri Pakkhús 5.

Tiltakið byrjar kl 16.00 leygardagin 26. mai á Seglloftinum og er ókeypis. 

Tróndur Enni og Lív Næs spæla nøkur løg. Klaksvíksingurin Jóhan Henriksen, sum í nógv ár hevur havt stóran áhuga í søguni um Albert, fer at greiða frá, og borin verður fram takkarkvøða. Síðani verður tommurin handaður, og møguleiki verður at síggja tommin og eina framsýning um Albert í Pakkhús 5.