Mynd: Jens Kr. Vang

Minni áhugi fyri at fara á miðnámsskúla í ár



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

20.03.2017 - 18:55

Tíðindi > Mentan > Uppaling & skúlaskapur

Áhugin fyri at fara í miðnámsskúla í ár er nakað væl minni, enn hann var í fjør.

Mentamálaráðið, sum er keldan í hesum føri, upplýsir hesum viðvíkjandi, at í ár eru 122 færri umsóknir, enn tað vóru í fjør. Tað svarar til eina afturgongd uppá 10 prosentstig.

Mentamálaráðið vísir í hesum sambandi á fleiri orsøkir til omanfyrinevndu gongd:

1) Fyri tað fyrsta eru góðar tíðir, og tí fara fleiri undir handverksútbúgving, og møguleikarnir fyri at fáa lærupláss økjast eisini.

2) Fyri tað næsta er nógv arbeiði. Við øðrum orðum velja ungfólk helst at tjena pengar eitt skfti, áðrenn tey halda fram í skúlanum

3) Fyri tað triðja dregur út við at fáa nýggja skúlabýgningin hjá Glasir lidnan, og tí velja tey ungu at bíða, til bygningurin verður liðugur.

Mentamálaráðið greiðir frá, at tað harumframt eru fleiri gentur enn dreingir, sum søkja inn á miðnám í ár. Harundir hava genturnar 54 prosent av umsóknunum í ár. Tá talan hinvegin er um handverksútbúgvingarnar, eru umsóknirnar frá dreingjum fleiri í tali.