Mynd: Sverri Egholm

Akutt støða og kann ikki bíða eftir íløgukarmunum

Sverri Egholm

19.04.2018 - 05:45

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Álit um at framskunda tunlarnar norð um fjall kom úr rættarnevndini í gjár. Meirilutin, sum eru umboð úr samgonguni, tekur ikki undir við uppskotinum meðan minnilutin, sum eru andstøðulimir, mæla til at samtykkja uppskotið.

Sambært minnilutanum er tað ikki ráðiligt at bíða við tunlunum norð um fjall.

- Støðan er, at nýggir tunlar eru á íløguætlan landsstýrisins, men mett verður, at støðan er so akut nú, at verkætlanin má í gongd beinanvegin og kann ikki bíða eftir, at pláss kann finnast innan fyri íløgukarmar landsins.

- Í dag eru 17 fjallatunlar, harav 10 av hesum hava bert eina breyt, og eru tunlarnir “norður um fjall” tveir av hesum við eini breyt. Tað serstaka við tunlunum “norður um fjall” er, at har er ferðslan munandi størri enn í hinum tunlunum. Ferðslan í tunlunum “norður um fjall” liggur millum 1.300 og 1.700 bilar um dagin, harav ein partur er sokallað tung ferðsla.

- Hetta ger, at støðan er heilt serstøk viðvíkjandi tunlunum “norður um fjall” og tað er tí, at lagt verður upp til eina øðrvísi loysn, tá tað eftir øllum at døma ikki ber til at fáa framskundað tunlarnar “norður um fjall” í langtíðaríløguætlanini hjá landinum.

Minnilutin vísir á at hetta lógaruppskotið snýr seg um at tunnilsfelagnum at fyrireika og forprojektera, undir hesum at gera uppskot til linjuføringar.

- Hetta lógaruppskotið hevur einki við at gera, hvør fíggingarleistur verður valdur, tá tunlarnir verða gjørdir. Tá úrslitið av fyrireikingini og forprojekteringini fyriliggur er ætlanin at koma við endaligum uppskoti til Løgtingið, sigur minnilutin, sum er Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur, Magnus Rasmussen og Edmund Joensen.

Les eisini: Meirilutin vrakar uppskotið um at framskunda tunlar