Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Minnilutin í Trivnaðarnevndini: Hjúnabandið verður avskrivað



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

20.04.2018 - 09:56

Tíðindi > Lívsstíls- & brúkaraevni > Kyns- og samlívsspurningar

Føroyar yvirtaka ættleiðingina á ólavsøku, og í tí sambandi er nýggj ættleiðingarlóg til 2. viðgerð í løgtinginum í dag. 

Meirilutin í Trivnaðarnevndini - Katrin Kallsberg, Óluva Klettskarð, Djóni Nolsøe Joensen og Sonja Jógvansdóttir - mæla til at samtykkja lógaruppskotið, ið loyvir pørum, ið liva saman ógift, at ættleiða børn. Sambært meirilutanum er tað avgerandi, at talan er um eitt støðugt parlag, og ikki um parið er gift ella er maður og kvinna. 

Minnilutin - Jógvan á Lakjuni, Kaj Leo Holm Johannesen og Jenis av Rana - meinar tó, at tá ið tað kemur til ættleiðingarlóggávu, er talan um eitt sera týðandi mál, sum setur nógvar prinsipiellar og kenslusamar spurningar, og aðalreglan í slíkari lóggávu má vera, at alt, sum verður gjørt, skal vera til barnsins besta. 

- Men tað, sum er uppaftur meira álvarsamt er, at verður henda lóg samtykt, fer tað at hava við sær, at tveir menn, sum liva saman – líkamikið um teir eru giftir ella ikki – nú kunnu ættleiða børn – og tað sama verður við kvinnum. Tað vil siga, at pør av sama kyni nú fara at kunna ættleiða børn – og legg merki til, líkamikið um tey eru gift ella ikki!

Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin meinar, at barnið hevur rætt til tað besta av tí besta, og um lógaruppskotið verður samtykt í verandi líki, verða ættleidd børn diskriminerað frá byrjanarstøði.

- Ein onnur sera stór og prinsipiel broyting, sum Sirið Steenberg ætlar at knæseta í føroyskari lóggávu, er tann, at nú verður ikki longur neyðugt hjá pørum at vera gift fyri at kunna ættleiða børn. Eftir lógini, sum vit hava í dag, kunnu ógift pør ikki ættleiða børn, men nú fara tey at verða javnsett við hjún í ættleiðingarhøpi. Tað vil siga, at eisini her verður hjúnabandið avskrivað – og hevur einki at siga! Tað er ikki “tíðarhóskandi” longur, sum nevnt verður í viðmerkingunum til lógina!

Tingfundurin í dag byrjaði kl. 09:30. Álitið frá Trivnaðarnevndini um ættleiðingarlógina kann lesast her