Minningarhald á Skarði mikudagin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Elin Brimheim Heinesen

13.08.2013 - 19:58

Mentan > Mentan > Nútíðarmentan & altjóðagerð

MINNINGARHALD: Mikudagin 14. august verður stórsligið minningarhald á Skarði, boða fyrireikararnir frá í tíðindaskrivi.


Felagið Skarðsbygd skipar fyri tiltakinum, ið byrjar við gongutúri úr Kunoy og upp um og oman Skarðsgjógv til Skarðs. Gingið verður eisini úr Haraldssundi til Skarðs.

Bátar sigla úr Haraldssundi til tiltakið, og Dragin ger útferð norður um Nakkin.

Minningarhald verður fyri skarðsbátinum, ið gekk burtur í 1913, og minnisvarði yvir teir sjólætnu verður avdúkaður. Hans Pauli Olsen hevur gjørt høggmyndina. Flaggað verður í hálvari stong, og eftir avdúkingina verða fløggini vundin í fulla stong.

Sungnir verða sangir við tilknýti til bygdina, og nýtt lag verður sungið til sangin hjá H. J. Glerfoss, sum Páll Sólstein hevur gjørt. Eftirkomarar av Skarði spæla undir.

Røðarar verða Jógvan Fríðriksson, bispur, Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, og Óluva Klettskarð, søgufrøðingur og eftirkomari av Skarði.

Eftir minningarhaldið verður máltíð í bygdarhúsinum í Haraldssundi. Tá verða lutaseðlar seldir til frama fyri tiltakið, og listaverk eftir Fridjof Joensen verður at vinna. Eisini verður høvi at vitja á Bakkavegi 5 at síggja lutir av Skarði.

Kl. 18.30 verður kvøldseta í bygdarhúsinum í Haraldssundi. Hanus G. Jóhansen syngur m.a. egið nýgjørt lag til yrking eftir H.J.Glerfoss. Hansa Glerfoss fer at hava orðið, og Andras Sólstein fer at halda fyrilestur um skaðadagin á útróðri tollaksmessudag 1913.

Skrá fyri mikudagin 14. august

Kl. 09.00 Gongutúrur byrjar úr Kunoy. Gingið verður uppum Skarðsgjógv og til Skarðs. Møtt verður uppi í Keldum í Kunoy.
Kl. 09.30 Dragin fer av Klaksvík og norður um Nakkin. Tekning á Kunningarstovuni tel. 456939.
Kl. 10.00 Gongutúrur úr Haraldssundi og norður til Skarðs. Møtt verður norðuri í bátahylinum.
Kl. 10.30 - 13.00 Bátar sigla úr Haraldssundi norður til Skarðs.
Kl. 12.00 Stuttur gongutúrur niðan í Skarðdal.
Kl. 14.00 - 16.00 Minningarhald á Skarði:
• Nevndin bjóðar vælkomin.
• Felagssangur: Eg smáttu veit á grønu ong.
• Jógvan Fríðriksson sigur nøkur orð.
• Minnisvarðin verður avdúkaður.
• Fløggini vundin í fulla stong.
• Hans Pauli Olsen greiðir frá listaverkinum.
• Jóan Pauli Joensen sigur nøkur orð.
• Sangurin um Skarðsbygd hjá Hans J. Glerfoss verður sungin.
• Óluva Klettskarð sigur nøkur orð.
• Felagssangur: Á mønu hjalsins stari.
• Formaðurin handar borgarstjóranum minnisvarðan til varðveistlu.
• Borgarstjórin sigur nøkur orð.
• Nevndin hevur orðið og takkar fyri.
• Tjóðsangurin verður sungin.
• Umleið kl. 16.00 Bátar byrja at sigla fólk heim aftur.
Kl. 17.30 - 20.00 Smurt breyð, suppa, kaffi og kaka í bygdahúsinum í Haraldssundi.
Kl. 17.30 - 22.00 Lutir av Skarði liggja frammi á Bakkavegi 5.
Kl. 17.30 - 20.00 Lutaseðlar verða seldir: Vinningur: Listaverk eftir Fridjof Joensen.
Kl. 18.30 - 20.00 Kvøldseta í bygdahúsinum í Haraldssundi
• Hanus G. Johansen syngur.
• Andras Sólstein heldur fyrilestur
• Hanus G. Johansen syngur.
• Hansa Glerfoss sigur nøkur orð.
• Hanus G. Johansen syngur sangin um Skarðsbygd hjá Hansa J. Glerfoss.
• Felagssangur: Yrktur sangur til minningarhaldið.
• Niels og Helgi Midjord syngja.
• Hanus G. Johansen syngur.
• Felagssangur: Nú dagur at enda er.

(Myndin er av Skarðsbygd, frá Felagnum Skarðsbygd).