Minnisrit um 100 ára missiónsarbeiðið á Toftum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

09.02.2018 - 23:09

Tíðindi > Trúarlív

Tað var í apríl í 1917, at nakrar ungar gentur á Toftum samlaðust í bóndahúsunum inni á Regni til bíbliulestnað, bøn og hugnaliga samverðu. Skjótt komu fleiri kvinnur og menn afturat, so gamli skúlin var leigaður til at hava møtir í.

Í 1939 varð missiónshúsið, Tabor vígt og arbeiðið mentist alla tíðina. Í 1994 varð núverandi missiónshús vígt og hevur síðani verið karmur um nógva og fjøllbroytta arbeiðið.

Blái Krossur byrjaði á Toftum í 1908 og var sostatt virkin áðrenn missiónsarbeiðið byrjaði.

Alt hetta og nógv meiri kann lesast í einum minnisritið sum nú er skrivað.

Í heftinum er stutt søguligt yvirlit yvir arbeiðið, sunnukvøldsmøtini, bíbliutímar, leygarkvøldsmøtini og jólaveitslurnar.

Harafturat eru frágreining frá arbeiðsgreinunum sum í dag eru virknar og eru:
Bindimøtið/sjómanskvinnuringurin, Blái Krossur, streingjakórið, sunnudagsskúlin, útimissiónsbarnaringurin, barnakórið, ungdómsmøtini, seinnapartssamkoman, Taborkórið og juniorarbeiðið.

Bóklingurin er 60 síður í a5 stødd við 43 myndum.

Minnisritið, saman við innbjóðing til missiónsvikuna, sum verður komandi viku, verður borið út í húsini í Nes kommunu hetta vikuskiftið.



beint nú