Minnist tú enn: Síggj konsertina her



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

26.12.2017 - 23:50

Mentan > Mentan > Konsertir

Í kvøld vísti KvF frálíku konsertina við Tórshavnar Bigband fyrr í summar undir heitinum "Minnist tú enn", har gamlir føroyskir slagarar vórðu tiknir til viðgerðar undir kønu hond Magnusar Johannesens, ið hevur lagt øll løgini til rættis fyri bigband og sangarar.

Solistar á konsertini eru Guðrun Sólja Jacobsen, Signar í Homrum, Sámal Ravnsfjall, Kristina Bærendsen og Carlsen systrarnar.

Konsertin sæst her

Portalurin skrivaði eitt ummæli av konsertini eftir at hon varð hildin á mentanarnáttini í Havn í juni mánaði.

Les: Ein drønandi ferð gjøgnum sangskattin