(Mynd: EPA)

Minst 50 deyð í Las Vegas og 200 særd

Ingi Samuelsen

02.10.2017 - 12:21

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Løgreglan í amerikanska býnum Las Vegas upplýsir nú, at minst 50 fólk eru deyð og 200 særd eftir skotblóðbaðið í nátt.

Tað var ein vápnaður gerningsmaður, sum sunnukvøldið – amerikanska tíð – fór at skjóta oman yvir eina mannamúgvu, sum var til countrykoncert á einum øki við høvuðsgøtuna í býnum, The Strip.

Sambært einum talsmanni fyri løgregluna er gerningsmaðurin 64 ára gamli Stephen Paddock. Løgreglan vil ikki siga meira um mannin enn.

Løgreglan í býnum eftirlýsir nú eina kvinnu av asiatiskum uppruna, ið verður hildin at hava verið saman við manninum, sum framdi illgerðina.

Løgreglan hevur eisini funnið ein bil, ið verður hildin at vera bilurin hjá manninum.

- Hann var á 32. hædd á Hotel Mandalay Bay Casino, og har varð maðurin dripin av løgreglufólki, upplýsir Joseph Lombardo, sheriffur hjá Las Vegas løgregluni, og hann legði afturat, at gerningsmaðurin ikki verður hildin at hava samband við nakran vápnaðan bólk.