Mynd: EPA

Minst 60 børn latið lív á sjúkrahúsi í India


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Steinar Patursson

12.08.2017 - 15:57

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Í minsta lagið 60 børn hava latið lív á einum sjúkrahúsi í Uttar Pradesh norðanliga í India, siga myndugleikarnir har, og illgruni er um, at orsøkin var, at einki oxygen - eingin ilt - var tøk, tí at rokningin var ikki goldin veitaranum.

Sambært BBC hava myndugleikarnir játtað, at veitingin av ilt hevði verið avbrotin, men at hetta var ikki orsøkin til mongu barnadeyðarnar.

Flestu ofrini vóru á neonatalari deild og undir viðgerð fyri encephalitis, ið er eitt slag av heilabruna.

Øll børnini lótu lív innan fimm dagar, men lokalir myndugleikar vilja vera við, at talan var um natúrligar deyðsorsøkir, tí at nógv av børnunum vóru álvarsliga sjúk.

Uttar Pradesh er ein av fátækstu landslutunum í India, og sambært almennu hagtølunum har doyggja fleiri hundrað børn um árið av sjúku - millum annað encephalitis.