Sjúkrabilar koyra í pendulfart við teimum løstaðu í Nice (Mynd: TV2)

Minst 70 deyð í franska býnum Nice - Lastbilur trumlaði tey niður

Niels Petersen

15.07.2016 - 00:17

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Umleið klokkan 22:30 rendi ein lastbilur seg gjøgnum eina stóra mannamúgvu í franska býnum Nice. Nógv vóru samlaði fyri at hátíðarhalda Bastilludagin (14.juli), sum er franski tjóðardagurin, og so kemur brádliga ein lastbilur fresandi, brýtir seg gjøgnum vegforðingar, sum løgreglan hevði sett upp, og trumlar eina rúgvu av fólki niður.

Fyrstu meldingarnar ljóða, at heili 70 fólk hava latið lív, men tað er ikki endaliga staðfest, skrivar TV2.dk, sum hevði eitt starvsfólk heilt tætt við hendingina. Tað er heldur ongin kunning komin um, hvat orsøkin til hesu ræðuligu hending er. Eygnavitnið hjá TV2, sum er í ítróttarørindum í Fraklandi, stóð einans 15 metir frá staðnum. Hann følir seg í øllum førum sannførdan um, at talan ikki var um eitt óhapp.




beint nú