Mynd: Jens Kr. Vang

Minti um Bosnia 1999

Jens Hákun Leo

07.09.2016 - 06:58

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tá ið Føroyar í gjárkvøldið leiktu javnt 0-0 ímóti Ungarn á Tórsvølli, sat ein við nærum somu kenslu sum eftir 2-2 dystin ímóti Bosnia Herzegovina á Svangaskarði tann 9. juni 1999.

Tá spældi tað føroyska liðið eisini framúr væl, hevði nógvar málmøguleikar, samstundis sum áðsskoðararnir eisini vóru í góðum hýri. Tað avrikið er eitt tað besta føroyska avrikið - um ikki úrslitið - nakrantíð.

Eftir tann dystin hildu Tórður Mikkelsen og Ólavur Waag Høgnesen, sum søgdu frá tí dystinum, fyri, at tað sjálvsagt var at gleðast um at fáa eitt stig, men at man allíkavæl kundi iðra seg um, at tað góða avrikið ikki var nokk til at fáa trý stig. Ólavur vísti í hesum sambandi á, at 2-2 var í so tepurt.

Uni Arge skoraði bæði tey føroysku málini hetta juni-mikukvøldið í 1999, fyrst til 1-1 og síðan til 2-1. John Petersen brendi harumframt brotsspark, meðan støðan var 2-2.

Í gjárkvøldið sat ein við nøkulunda tí somu kensluni sum í 1999. Føroyar spældu sera væl, hildu væl uppá bóltin (sum sjáldan sæð áður) og fingu eitt úrslit, sum er at gleðast um, samstundis sum man eisini kundi iðra seg um, at bólturin í ávísum føri fór í stongina-út ístaðin fyri í stongina-inn.

Frá 1998-1999 var tað føroyska liðið rættiliga væl fyri í nøkur ár og fekk nøkur fín úrslit, harundir 2-2 ímóti Slovenia, Skottlandi og Kýpros, tveir sigrar ímóti Luxembourg, umframt at liðið eisini argaði Týskland í tveimum umførum.

Spurningurin, sum stendur eftir eftir hetta, er so, um hetta føroyska liðið (sum longu hevur bast Grikkalandi tvær ferðir) kann fylgja upp uppá avrikini og, ikki minst, úrslitini hjá 1999-liðnum. Spælið í gjárkvøldið boðar í hvussu er frá góðum, tí at tað er rættiliga sjáldsamt, at Føroyar hava hildið so væl uppá bóltin sum í gjárkvøldið.

Sjá Føroyar-Bosnia frá 1999 her