Mirja og Marius á konsertferð



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

12.04.2018 - 22:40

Mentan > Mentan > Konsertir

20.-22. apríl verða seinastu konsertirnar í norðurlendsku PULS-røðini, sum er eitt samstarv ímillum Norðurlandahúsið, Listastovuna og Spaniastovu.

Tað verður finska Mirja Klippel, sum í 2016 varð kosin ársins sangskrivari við Danish Music Awards Folk, sum fer á pallin saman við dananum Alex Jønsson. Vælumtókti føroyski sangarin og sangskrivarin Marius Ziska, sum gevur nýggja fløgu út í næstum, byrjar konsertina við nøkrum løgum.

Mirja syngur um kærleika, kríggj og longsul. Um skógir, vøtn og djór. Hon syngur um lívið sum reikfólk, um samhuga og tað at ongantíð rættiliga hoyra heima nakrastaðni. Orð hennara eru ein røð av sterkum kenslum, sum bresta, tá hennara djúpa langtandi rødd og spanski gittari renna saman við falsettini hjá Alex og hansara livandi el-gittarspæli.

Við tónleikinum sum heimstað og heimin í bakgarðinum, hevur Mirja seinastu árini verið á konsertferð í m.a. Týsklandi, Grønlandi, Danmark, Finnlandi, Svøríki og Sveis.

Í 2014 varð hon liðug á Sibelius Akademinum í Finnlandi og á háskúlanum fyri drama og tónleik í Stokkhólmi. Mirja spælir uppá fleiri instrument so sum klaver, gittar og trummu.

Mirja er við á fleiri útgávum, m.a. hjá I think you're awesome, Kristina Issa, Duo Kämmi og síni fyrstu soloútgávu "Lift your lion", sum kom út í 2016. Hendan útgávan gjørdi at hon sama árið varð kosin at vera "Songwriter of the year" við Danish Music Awards Folk, umframt at hon var í uppskoti til virðisløn fyri "Best New Folk Act".

Konsertirnar verða fríggjakvøldið 20. apríl í Musikkskúlanum í Sørvági, leygarkvøldið 21. apríl í Spaniastovu í Klaksvík og sunnudagin 22. Apríl í Norðurlandahúsinum.

Konsertirnar eru partur av norðurlendska tónleikasamstarvinum PULS hjá Nordisk Kulturfond.

- Norürlandshúsið