Miso vann gull, silvur og bronsu á Copenhagen Open



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

11.06.2018 - 15:49

Ítróttur > Ítróttur > Frælsur ítróttur

Miso Buha var um vikuskiftið og kappaðist í Copenhagen Open í Hvidovre. Miso kappaðist í 100, 300 og 400 metrar renning og trýstøkk. Uppgávuna megnaði Miso framúr væl.

Fyrrapartin leygardaginkappaðist Miso í 100 metrar renning. Miso rann seg fyrst í finaluna við tíðini 12,46 sek. Í finaluni rann Miso seg til eitt sæta pláss við tíðini 12,55 sek.

Seinnapartin kappaðist Miso í 300 metrar renning. Her setti Miso persónligt met við tíðini 39,09 sek. sum rakk til eitt silvurheiðursmerki. Persónliga metið varð sligið við 0,71 sek.

Sunnudagin kappaðist Miso í trýstøkk, sum er hansara sergrein. Í harðari kapping við annan luttakara megnaði Miso at leypa 12,51 metrar. Við hesum vann Miso gullið, umframt at hann tok bólkametið í Dreingir15, sum Tórur Mortensen átti. Hann setti eisini kappingarmet í sínum aldursbólki, skrivar Hvirlan á heimasíðu síni.

Miso endaði Copenhagen Open við 400 metrar renning. Miso rann seg til eitt triðja pláss við tíðini 54,72 sek. Við hesum betraði hann um sítt persónliga met við smáum fýra sekundum.