(Skíggjamynd frá Miss Danmark á Facebook)

Miss Danmark: Astrið Foldarskarð millum fimtan tær fremstu

Sverri Egholm

23.09.2017 - 22:59

Mentan >

Tað eydnaðist Astrið Foldarskarð at koma í finaluumfarið í Miss Danmark og millum fimtan tær vakrastu, men tó ikki at vinna.

Annars hevur tað gingið væl hjá Astrið undan sjálvari finaluni í dag. Hon gjørdist “Miss Her & Nu” í einari kapping, har tað snúði seg um at fáa flestar atkvøður frá teimum vitjandi á herognu.dk. Astrið fekk 43% av atkvøðunum og vann sostatt Her & Nu heitið.

Eisini fekk hon flest “dáma” á Facebook síðuni hjá Miss Danmark og fekk heiðurin “Miss Photogenic 2017”.

Men sum nevnt, so eydnaðist tó ikki at vinna stóra heitið, Miss Danmark. Vinnarin gjørdist Simone Gadegaard Andersen.