(Mynd: EPA)

Mistonkti fyri Berlin-álopið skotin og dripin

Sverri Egholm

23.12.2016 - 10:24

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Anis Amri, sum við lastbili rendi inn í ein jólamarkna í Berlin mánadagin, dripin í Milano. Tað skrivar Reuters.

Hesar upplýsingar vátta almennu myndugleikarnir í Italia eisini.

Hendingin fór fram um trýtíðina í nátt, tá Amri varð steðgaðu í einum eftirliti framt av løgregluni í Sesto San Giovanni, sum liggur beint uttanfyri Milano.

Hann skal hava tikið revolvara fram og rópt “Allahu akbar” og skotið eftir løgregluni. Eftir hetta skjeyt løgreglan eisini og 24 ára gamli gerningsmaðurin doyði av løstinum.

Tveir løgreglumenn komu til skaða í skotbardaganum, men teir eru ikki í lívsvanda.