Mítt Hugskot 17 - Fyrstu ferð í Føroyum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

09.11.2017 - 17:42

Mentan > Vinna & Tøkni > Íverksetan

”Mítt hugskot 17”

Íverksetanarmentanin er í blóma, og hugskotini er mong, men ein avbjóðing er ofta væntandi fígging, sum skal til fyri at hugskotini kunnu gerast veruleiki. Hetta átak er tí eitt heilt serstakt høvið og tað fyrsta av sínum slagi í Føroyum, har fólk kunnu royna seg, og koma eitt stig víðari við teirra verkætlan.

Aulan í Finsen í Havn verður 23. november karmur um íverksetan og innovatión, har ljós verður varpað vinnulív og íversketan við átakinum “Mítt hugskot 17”. Tað sum ger hetta tiltak serstakt er, at íverksetar og fyritøkur fáa fimm minuttir hvør at selja sítt hugskot frammanfyri fyri einum paneli við royndum vinnulívsfólkum.

Kendi íverksetin og íleggjarin Jesper Buch kemur saman við trimum føroyskum vinnulívsfólkum, sum eru Rúnar Reistrup stjóri í Vodafone, Poula Michelsen stjóri í PM Holding og Ólavur Ellefsen stjóri í Tøkni at verða karmur um panelið.

Øll sum hava eitt hugskot, og kundi hugsa sær at roynt seg framman fyri panelinum, kunnu venda sær til Hugskotið.

Ætlanin er at tiltakið skal gerast eitt afturvendandi tiltak. Endamálið er at menna umstøðurnar hjá íverksetum og at seta fokus á íverksetanarmentanina í Føroyum. Tilmelding í seinasta lagið mánadagin 13. November 2017.


Um Jesper Buch

Íverksetin og fyrilestrarhaldari Jesper Buch er ein av mest framgongdarríku vinnulívsmonnum í Danmark. Hann er millum annað stovnari av ein av størstu talgdu handilspallum í heiminum Just-Eat. Eisini kenna vit Jesper Buch frá donsku sendirøðini “Løvernes hule” har hann er viðvirkin sum íleggjari. Jesper Buch hevur eisini givið út bókina “KICK-ASS- Fra kælder til milliard” har hann greiðir frá hvussu hann byrjaði sum íverkseti.