Meðan fólk hugnaðu sær, skal onkur hava tikið 100.000 krónur úr festivalkassanum.

Mítt land: Minst 100.000 krónur stolnar

Jógvan Hugo Gardar

14.09.2014 - 01:40

Mentan > Tónleikur > Festivalar

Fyrireikararnir av Míttland ringja í kvøld til tónleikararnir, sum hava spælt á ársins festivali, og boðað frá, at stuldur hevur verið í Míttland, og tí fær eingin løn í fyrstu atløgu. Hetta veit in.fo at siga.

Sambært in.fo fáa tónleikarar á Mítt land at vita at omanfyri 100.000 krónur mangla í kassanum hjá festivalinum, og at málið endar hjá løgregluni.