Møðgur í Ribarhúsi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

24.05.2018 - 17:34

Mentan > List > Myndlist

Leygardagin 26. mai letur framsýning upp í Ribarhúsi við møðgunum, móðir og dóttir, Herdis Justesen og Juttu Linklett. Framsýningin verður opin til 7. Juni.

Hetta verður ein áhugaverd framsýning, sum kanska vit ikki so ofta síggja her á landi. Mamman, Herdis, bindur sjál í ymiskum litum, skapi og mynstri. Hetta er bæði til eldri og yngri kvinnur. Dóttirin, Jutta Linklett, teknar vakrar, lyndrandi , samfingnar tusjtekningar við einum snøggum, lívrunnum tusjblýanti. Hon er læknaskrivari, so anatomiin livir eisini undir hennara hond.