Møguleikin fyri EM-luttøku er reellur

Ingi Samuelsen

06.12.2014 - 01:04

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Ein av heilt stóru broytingunum í kvalifikasjónini til EM-kappingina í fótbólti er, at eitt av teimum 24 plássunum verður lagt av til londini, sum liggja í botninum á evropeiska styrkilistanum.

Tað er ein av umfatandi broytingunum til EM-úttøkukappingina til EM í 2020, sum vórðu kunngjørdar í gjár.

Í 2020 verða 24 lond við í endaspælinum, sum tá ikki verður spælt í einum landi, men spjatt um alt Evropa.

20 av londunum verða funnin í eini undankapping, sum verður spæld í 2019 og sum líkist leistinum, sum nú verður spælt eftir. Londini verða skipað í 10 bólkar, og nummar 1 og 2 í hvørjum bólki spæla seg beinleiðis til EM-endaspælið.

Les eisini: Landsliðið fær fleiri spennandi avbjóðingar í broyttari EM-kapping

Tey 4 plássini sum tá eru eftir, verða funnin í eini aðrari kapping, UEFA Nations League. Hetta er ein liga, sum verður spæld í 4 deildum við upp- og niðurflyting. 12 tey bestu londini spæla í A-deildini, 12 tey næstu í B-deildini, 14 tey næstu í C-deildini og 16 tey niðjastu í D-deildini.

Sannlíkindini fyri at Føroyar megna at spæla seg upp í C-deildina eru ikki stórar, men kortini eru sannlíkindini fyri at Føroyar kunnu spæla seg til EM-endaspælið til staðar, tí hvør av hesum fýra deildum fær tillutað eitt av teimum fýra plássunum, sum eru eftir fyri at EM-kappingin fær 24 luttakarar.

- Henda skipanin er avgjørt ein fyrimunur fyri føroyskan landsliðsfótbólt, sigur Virgar Hvidbro, FSF-aðalskrivari.

Eitt er, at vit hava ein reellan møguleika at spæla okkum í EM, men hin fyrimunurin er, at umframt EM-undankappingarnar, sum vit kenna í dag, so sleppur føroyska A-landsliðið eisini at spæal í eini liga móti liðum, sum í styrki liggja á sama støði sum vit.

At sleppa at spæla dystir móti javnlíkum er ein møguleiki, sum hevur verið saknaður í føroyska fótbóltsheiminum, staðfestir aðalskrivarin í fótbóltssambandinum.

Um núgaldandi styrkilistin verður tikin sum útgangsstøði, so hevði bólkur D verið mannaður av hesum 16 londunum, sum liggja niðjast á evropeiska styrkilistanum: Andorra, San Marino, Malta, Kasakstan, Aserbajan, Luksemburg, Liktinstein, Georgia, Moldova, Føroyar, Makedonia, Hvítarussland, Letland, Litava, Kýpros og Estland.

Styrkilistin sæst her