Mynd: Hans Erik Danielsen, FSF

Møguliga brotið nøsina

Sverri Egholm

27.03.2017 - 23:15

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tá Jóan Símun Edmundsson í dystinum móti Andorra leygardagin fekk gult kort fyri at filma, fekk hann samstundis eisini ein alboga frá Ildefons Lima beint í nøsina.

Sambært R7 á netinum er talan um, at landsliðsleikarin møguliga hevur brotið nøsina. Í løtuni er nøsin so mikið hovin, at læknin enn ikki hevur fingið staðfest, um hon er brotin ella ikki. Hetta verður greitt mikudagin.

Í øllum førum skal Jóan Símun undir skurð fyri at seta næsaveggin upp á pláss aftur. Men hetta verður ikki gjørt fyrr enn í summarsteðginum ella vetrarsteðginum, skrivar r7.fo.

Arbeitt verður við, at Jóan Símun fær eina masku at spæla við, tá OB síðst í vikuni spælir móti AC Horsens.