Mynd: EPA

Møguliga fleiri fólk aftan fyri álopið

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

07.04.2017 - 19:45

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

Á tíðindafundi í kvøld sigur svenska løgrelgan, at tað møguliga standa fleiri fólk aftan fyri álopið, sum var framt í dag, tá ein lastbilur koyrdi ígjøgnum eina mannamúgvu á einari gongugøtu í Stockholmi.
- Tað ikki er vist, at talan er um yvirgang, men tað verður kannað sum yvirgangur, sigur løgreglan.

Varðhaldið á støðum, sum vanliga eru mál hjá slíkum álopum, er økt. Løgreglan arbeiðir tætt saman við forsvarinum og fregnartænastuni.

Løgreglan sigur, at tey hava eyðmerkt tann handtikna mannin, men tey vilja ikki siga nakað um hann. Upplýst varð eisini, at tann handtikni líkist manninum á myndini, sum løgreglan fyrr í dag sendi eina mynd av. Løgreglan sigur, at tað ikki er vist, at maðurin á myndini er brotsmaðurin.
Løgreglan váttaði eisini, at fýra fólk eru deyð, og fimtan eru særd.