Mynd frá í nátt (Mynd: EPA)

Møguligur yvirgangur í Orlando: 50 fólk latið lív

Sverri Egholm

12.06.2016 - 17:54

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

50 persónar hava latið lív og 53 eru særd eftir eina skotatsókn í nátt á einum dansistaði í Orlando í Florida.

Fyrr í dag ljóðaði, at 30 fólk høvdu latið lív, men talið er nú økt upp í 50 persónar.

Sambært amerikansku trygdarmyndugleikunum var tað 29 ára gamli Omar Meteen úr býnum Port St. Lucie í Florida sum stóð aftanfyri skotatsóknina á Pulse, sum er eitt dansistað fyri homoseksuell.

Á tíðindafundi í dag lýsti borgarstjórin í Orlando undantaksstøðu fyri býin og hann hevur heitt á guvernørin í statinum um at lýsa undantaksstøðu fyri alt Florida.

Tað var klokkan 02 lokala tíð, at 29 ára gamli maðurin fór at skjóta frá hond við byrsu og revolvara. Hetta var stutt áðrenn dansistaðið skuldi stongja og umleið 300 fólk vóru til staðar. Ein politistur var á dansistaðnum og skotbardagi var millum politistin og gerningsmannin. Fleiri politistar vóru sendir á staðið og gerningsmaðurin tók fleiri fólk til gísla.

Ikki fyrr enn klokkan 05 var avgerð tikin um at gera eina roynd at bjarga gíslunum. Gerningsmaðurin varð dripin undir politiatsóknini.