MonaMorgun: Ert tú kreativ, hóast tú ikki ert listarlig?


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Mona Breckmann

19.06.2017 - 09:01

Mentan > Heilsa & Umhvørvi > Heilsa & Vælvera

Kreativitetur fyllir heimin við nýhugsan, broyting og íblástri. Kreativitetur kemur væl við á flestum økjum í okkara lívi og er ikki bert avmarkaður til tey, ið vit kalla "listarlig".

Ofta verður hildið, at ein antin er føddur við skapandi evnum ella ikki. Men er tað rætt?

Orðabókin sigur, at kreativitetur er at hava hugskot og seta tey í verk. Tað at hava hugflog til at loysa uppgávur.

Listarlig evni harafturímóti snúgva seg um at hava hugflog og t.d. evni til at tekna, mála, høgga, gera tónleik, sniðgeva, handarbeiði, listarhandverk o.s.fr.

Hetta merkir, at vit flest øll kunnu vera kreativ.

Kreativitetur er ein førleiki, ið skal lærast, dyrkast, venjast og mennast sum alt annað. Nógvar kenslur skulu ofta leggjast í. Tað krevur aga, dirvi og útinning.

Ímynda tær, at skapandi gávur eru sum ein vøddi. Tær mugu brúkast og stimbrast fyri at kunna skapa nýggj verk, lutir o.t.

4 ráð til at menna tín kreativitet:

1. Legg annað frá tær
Í dag eru vit so upptikin av sjónvarpi, telefon og alnótini. Og nógv tíð fer við at stúra. Av hesari orsøk er lítið pláss hjá tínum skapandi evnum at sleppa framat. Legg tey til síðis eina løtu. Hugsa um eitt hugskot, tú hevur havt um at gera, royna ella skapa okkurt. Spæl við hendan tankan. Eitt, ið kann stimbra tankan, er at venja, koyra bil, ella ganga - serliga úti í náttúruni. Stimbra tínar sansir.

2. Skriva tað niður
Aftaná kanst tú skriva títt hugskot á pappír. Um tú sært tað í myndum, tekna so myndirnar. Hetta er fyri at tøma høvdið, so tú fært skil á tonkunum og gevur nýggjum tonkum pláss.

3. Les um evnini
At lesa um og granska ymiskt, sum viðvíkur tínum hugskoti, er ein góður máti at fáa nýggjan íblástur uttanífrá.

4. Ger tað til veruleika
Lat tað ikki liggja og fara í gloymskuna. Finn út av, hvussu tú kanst gera títt hugskot til veruleika.

Tað er vanligt at hava eitt hugskot og síðani leggja lok á tað, tí vit eru bangin fyri at bróta burtur úr tí vanliga. Men her vil eg mæla til at díkja á við tínum hugskoti. Ger alt fyri at fáa tað til veruleika. Røk tín kreativitet við at halda á at brúka handan "vøddan".

Her er eitt stutt og gott sjónband (ein minuttur) sum lýsir ferðina hjá einum hugskoti

Góða eydnu.

Síggjast næsta mánadag.