Mynd: Mona Breckmann.

MonaMorgun: Eru lyfti og mál fyri 2018 tvætl?

Mona Breckmann

18.12.2017 - 09:09

Mentan > Heilsa & Umhvørvi > Heilsa & Vælvera

Jólini eru nakað serligt, og nýggja árið er um hornið. Tá leita tankarnir aftur á árið, sum fer. Eisini hyggja vit at nýggja árinum og gera okkum tankar og ynskir um, hvussu tað hilnast.

Til tykkara, ið eru áhugað at seta orð á, hvussu nýggja árið skal síggja út, havi eg eini ráð:

Setið tykkum lyftir OG mál

Munur er á einum máli og einum lyfti. Vit seta, koma á og útinna eitt mál, meðan vit halda, geva og lova (ella enntá bróta) eitt lyfti.

Mál
At seta sær mál og arbeiða seg fram móti teimum er eitt gott amboð til gleði og vøkstur.

"At renna maraton" ella "At tosa ræði spanskt" eru góð mál.Tey eru greið. Tað er lætt at avgera, um tað er rokkið. Tá tú hevur klárað tað, er tað nátt.

Lyftir
"At eta meiri grønmeti", "at gevast at slatra" ella " at venja" eru meira lyftir enn mál. Vit vakna ikki ein morgun og siga: "Eg havi útint tað!". Hetta taka vit støðu til at gera hvønn dag, í nøkrum førum restina av lívinum, fyri at bøta góðskuna á gerandisdegnum hjá okkum sjálvum og teimum rundan um okkum.

Her eru væntanirnar øðrvísi. Her royna vit hvønn dag at liva upp til lyftini. Onkuntíð eydnast tað og stundum ikki.

Men hvør dagur er ein nýggjur møguleiki. Her ræður um, at vit ikki vænta at vera liðug við okkara lyftir. Vit verða ikki vónsvikin ella missa mótið, um tað verður avbjóðandi.

Eini góð ráð er at seta seg niður at skriva 3 mál og 3 lyftir á eitt pappír. Set tað í orð og gev tær tíð at hugsa um hetta. Skriva síðani eina ætlan. Tað krevur lítið av okkum at velja og eyðlýsa málini og lyftini.

Avbjóðingin er tó, at vit hava greiða ætlan og fremja hana hvønn dag.

Góða eydnu.

Eg vil ynskja tykkum eini gleðilig jól og Harrans signað nýggjár.

Síggjast næsta ár.