MonaMorgun: Familjuveitsla ella djóragarður?

Mona Breckmann

11.12.2017 - 09:10

Mentan > Heilsa & Umhvørvi > Heilsa & Vælvera

Ikki er neyðugt at gita, hvør kemur til familjudøgurðan, føðingardagin o.t. Tú veist hvør tað er. Mammubeiggin, sum hevur gjørt teg illa við, síðani tú vart tannáringur. Omman, sum er blivin gloymsk. Systirin sum altíð hevur vakrari klæðir enn tú. Beiggin, ið tosar sum minst. Mostirin, sum elskar øll og er eitt ljós. Tann, ið spyr hvørja ferð, um tú hevur funnið tær ein maka. Ella tann, ið aldri skilir, hvussu tú fært eina inntøku við tí arbeiðinum, tú gert.

Tað er ein veitsla, onkuntíð ein djóragarður. Tú kemur við opnum sinni, og tey spyrja garnarnar úr tær. Hvør er besti máti at koma ígjøgnum ein slíkan dag, so at "øll" vera glað?

1. Ver bara tolin
Tað er ikki møguligt at gera øll heilt glað, men tað ber til at gera tín part. Hvørt ár minnir um annað. Tú veist, hvat tú skalt vænta, og tú kennir øll. Tað frægasta er at góðtaka familjuna, sum hon er.

2. Set spurningar
Spyr, hvussu tey hava tað. Hvat tey eru í gongd við. Hvat halda tey um hetta og hatta, sum tú veitst, tey kenna til? Far eftir tí, sum tú veitst, at tey elska at tosa um, og gev teimum høvi, tíð og pláss at tosa.

3. Tak tað ikki so tungt
Minst til, at tað eru ikki vit sjálvi, ið kunnu broyta fólk. Vit kunnu bert broyta okkum sjálvi. Um tey hava valt ein ávísan verimáta, so kunnu vit ikki gera meiri við tað. Eingin roynir at særa teg ella fáa teg at kenna teg illa.

4. Gev ístaðin fyri at taka
Broyta vit okkara hugburð til ein gevandi medferð, fáa vit nógv meiri burtur úr degnum. Gev tær tíð saman við fólki, spyr um teirra umstøður, lurta, smíl og hjálp til.

Helst eru fáar familjur sum ein djóragarður, tá tey koma saman. Men vit øll kenna eina ella báðar tvær ella nøkur av okkara næstu, ið eru strævin. Tað besta, vit kunnu gera í slíkum førum, er at rúma, skilja, vera tolin og fyrigevandi við tey, vit hava.