MonaMorgun: Hví sjokoláta er heilsugóð

Mona Breckmann

11.09.2017 - 11:30

Mentan > Heilsa & Umhvørvi > Heilsa & Vælvera

Dámar tær sjokolátu? Følir tú teg illa av at eta hana? 

Men veitst tú, at ikki øll sjokoláta er ósunn? 

Theobrama Cacao, sum er griska navnið fyri cacao plantuna merkir: Matur fyri gudar. 

Hon er ikki nevnd so av tilvild. 

Sjokoláta kann metast við natúrligan heilivág, um vit eta hana í rættari samanseting. Vit tosa ikki um sjokolátuna, sum er viðgjørd og fylt við sukri. Men um veruliga sjokolátu, sum eitur kakao. Rátt kakao. 

Jú myrkari sjokolátan er, tess reinari og betri. Hvat er í ráum kakao, og hvat ger tað fyri okkum heilsuliga? Bótarevni (Anti-oxidantar): Sjokoláta hevur hægri mongd av anti-oxidantum enn nakar annar matur. Í myndatalu kann man siga, at anti-oxidantir eru tað, ið ger teg "rustfría" innan, t.d tá tað kemur til andevni móti elli. 

Magnesium: Ein stór mongd av magnesium er í hjartanum. Eisini er magnesium tað, ið kroppurin hevur mest undirskot av í okkara tíð. Sjokoláta kann vera eitt av tí, ið styrkir hjartað. 

C Vitamin: Sjokoláta hevur meira C vitaminur enn flestu berjafruktir. C vitamin er ikki bert umráðandi fyri okkara mótstøðuføri, men er eisini gott til at endurbyggja vevnað. Húð, hár og negl. 

Við at eta sjokolátu, hækka vit evnið serotonin í kroppinum. Serotonin er kemiskt evni, ið m.a. ávirkar okkara huglag. Hetta merkir, at tá ið vit at eta sjokolátu, kunnu vit gerast glaðari. Helst í dag, nú nógv tosa um strongd, kann serotonin gera okkum róligari og meira bjartskygd. 

Fyritøkur vita, hvat sjokoláta/kakao ger fyri okkum, men tær vita eisini, at sukur (high fructose corn syrup) er turvelvandi. Tað, ið er heiligvágur (kakao), og tað, ið er prógvað heilsuskaðiligt (sukur), verður ofta blandað saman í eitt. Sum at fáa koss á annan kjálkan og lúsing á hin. 

Nær er sjokoláta heilsugóð og nær ikki? Mælt verður til at eta myrka sjokolátu, 75% ella hægri. Sukur innihaldið per 100g átti ikki at verið meiri enn 15 - 20%. Jú minni sukur, jú betri. Men so mugu vit hava í huga, at myrk sjokoláta ikki smakkar eins og "rómasjokoláta". 

Tá hetta er sagt, haldi eg, at tann ljósa sjokolátan væl kann njótast inn ímillum. Hóast hon ikki er serliga heilsuágóð, smakkar hon væl. Tá alt kemur til alt, ræður um at halda ein javnvág – sum í øllum. Ynski tykkum eina góða viku. 

Síggjast næsta mánadag.