MonaMorgun: Klemm ella Handshake?

Mona Breckmann

17.07.2017 - 08:03

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Heilsa & Vælvera

Seinastu mánaðirnar havi eg granskað nógv í kropsmáli. Og av tí sama eri eg farin at eygleiða fólk rundan um meg meira. Fyri nøkrum vikum síðani var eg til eitt tiltak í London. Tiltakið var ein upplagdur møguleiki at granska kropsmál natúrliga. Hvussu brúktu fólk og eg sjálv kroppin til at heilsast? Hetta varð sera áhugavert og undirhaldandi. Eitt tað fyrsta, eg sá, var tann klassiska, klombruta heilsanin. Tann eini vildi fevna, ímeðan hin var í ferð við at rætta hondina fram. Tað bleiv so ta pínliga, hálva klemmi við einum kleimdum armi.

Hvussu vita vit, nær vit skulu klemma fólk ella geva eitt lógvatak?

Lat okkum hyggja nærri at hesum báðum fyribrigdum og finna út av, hvussu tú kanst velja eftir tørvi, hvør heilsanin skal vera.

Lógvatak
Tá fólk vilja heilsa við lógvataki, venda tey eina øksl ímóti tær og rætta ein arm út, tá tey koma tætt. Hetta er títt tekin um at gera tað sama.

Hav tó í huga, at lógvatakið ikki er fullkomið enn. Hetta kann sýnast sjálvsagt fyri summi, men tað eru tó fleiri, ið kunnu læra av hesum. Rætt lógvan loddrætt út og rist hægst tríggjar ferðir. Tað eru tvey lógvatøk, ið vit helst mugu halda okkum frá. "Tí deyða fiskinum" (The Dead Fish), har hondin hongur og hevur einki tak. Ella knúsaranum (The Bone Crusher), har takið er so fast, at neyðardýrið byrjar at síggja stjørnur. Tað fullkomna lógvatakið er sostatt onkustaðni mitt ímillum - alt eftir, hvør móttakarin er. Eg fari at skriva meira um lógvatakið seinni í einari aðrari grein.

Klemm (fevning)
Summi fólk velja at klemma heldur enn at brúka lógvatakið. Tá heilsan er eitt klemm, nærkast tey við opnum ørmum og teirra bulur vendir ímóti tær.

Fyri at sleppa undan tí klombrutu heilsuni er frægast at lesa persónin av og fylgja við. Men um persónurin eisini stendur og lesur av ella er afturhaldin, kanst tú lesa støðuna og síðan taka stig til, hvørs lógvatak ella klemm er besta loysnin.

Nú summarið er í hásæti, og nógv tykkara koma saman í gleði og gleim m.a til stevnur og veistlur, kundi verið áhugavert at eygleitt, hvussu heilsað verður uppá tey, tú møtir.

Eg fari so at gera mítt besta ikki at geva fólki ein deyðan fisk ella eitt pínligt hálvt klemm.

Eg ynski tykkum eina góða viku.

Vit síggjast næsta mánadag.