MonaMorgun: Tað er desember. Eg havi ikki tíð!

Mona Breckmann

27.11.2017 - 09:09

Mentan > Heilsa & Umhvørvi > Heilsa & Vælvera

Nú kemur jólamánaðurin, og vit eru longu byrjað at renna um føturnar á hvørjum øðrum. Vit øll gerast ørlig og verða partur av okkara egna "jólaresi". Gávukeyp, matur, veitslur og pynt. Hvat kunnu vit gera fyri at náa alt, ið skal gerast, og hvussu kunnu vit njóta hendan vakra desembur mánaðan samstundis?


1. Keyp gávurnar tíðliga

Brádliga er tollaksmessudagur 23. des. her, og fleiri jólagávur mangla.Ger tær ein lista við nøvnum og gávuhugskotum. Síðan kanst tú seta ein til tveir dagar av tíðliga í desember til at keypa gávurnar.

Flestu fáa løn seinni hesa vikuna. Hvat við at keypa nakrar gávur tá? Bíligari?

2. Skipa uppgávurnar
Finn útav, hvørjar uppgávur eru mest umráðandi at gera tíðliga. Skriva tær niður og set dagar av til tær.

3. Hugna tær og tykkum heima

Set minst ein dag ella kvøld av hvørja viku til familjuna. Set jólatónleik á og fá familjuna við til at pynta, baka, klippa o.s.fr.Hevur tú børn, hevur jólahugni - angin av bakstri, børn í nissuhúgvum, ein veftur av granni, glæman av jólaljósum o.t. – minst líka nógv at siga sum ein stórur, harður pakki undir jólatrænum.

4. 30 minuttir reglan

Tá gestir skulu koma á gátt, fáa vit ofta “reinførisøði”. Vit venda øllum húsinum, so horn og krókar, ið ikki hava sæð dagsljós leingi, verða skimmað. Hetta er óneyðugt. Set 30 minuttir av, rudda og ger tað reint, ið er mest umráðandi.

5. Ver til staðar

Vit gloyma ofta at njóta hesa vøkru tíð. Latið tykkum væl í. Farið út, tá tað viðrar. Njótið luktin av nýbakaðum vafflum og mandarinum, jólatræðið og ljósini í býnum. Gløggið, ið heldur okkum heit. Fólkini, vit hitta, og børnini, ið spæla og eru glað. Í síðsta enda halda vit jól at minnast barnið í Betlehem. Tað, alt okkara lív snarar um, byrjar og endar við.

Jólini í fantastisku Føroyum eru nakað heilt serligt, og tí er umráðandi, at vit duga at steðga á og takka fyri alt tað, vit eru signað við. Lat okkum bjóða desembur vælkomnum og vóna, at okkara næstu, serliga børnini, fáa ein góðan mánað.
Ynski tær eina góða viku.

Síggjast næsta mánadag.