MonaMorgun: Talar tín kroppur ímóti tínum orðum?

Mona Breckmann

20.11.2017 - 09:02

Mentan > Heilsa & Umhvørvi > Heilsa & Vælvera

Talar tín kroppur ímóti tínum orðum?

Kroppurin hevur sítt egna mál, og tað er ikki altíð, at tey “orðini”, kroppurin "sigur", eru fólkalig. Kropsmálið situr so djúpt í okkum, at tey flestu geva sær ikki far um, hvussu tað verður brúkt.

Orðini, vit brúka, hava minni enn 10% at siga í samskiftinum. Røddin næstan 40% og kropsmálið yvir 50%.

Tí ræður um at hava hesi trý í huga, so at tín boðskapur skal røkka, raka og fatast rætt. Tað er eitt gott hugskot, at vit læra at vísa okkara sonnu tankar ígjøgnum talu- og (kanska serliga) kropsmálið.

Vit uppliva ofta at tosa við ein persón, ið hevur krossaðar armar, tvørt ella enntá tvitið andlitsbrá, hyggur burtur og svarar við einum neiligum tóna.

Hóast hon svarar við jaligum orðum, ivast tú, um hon talar, sum hon hugsar, ella hon leggur (kanska enntá óætlað) annað í orðini, ið hon ber fram.Her eru trý kropstekin, ið kunnu mótsiga tínum orðum.

1. Bragdligar rørslur

Tær kunnu benda á, at tú víðkar sannleikan. Brúka róligar rørslur, sum tú hevur tamarhald á. Vís hendurnar, sum siga, at tú hevur einki at goyma, og at tú hevur sjálvsálit.

2. Krossaðir armar
Hetta skapar eina kropsliga forðan og bendir á, at tú ikki ert opin fyri tí, ið hin parturin sigur. Hetta er ein vani hjá nógvum, uttan at tey geva sær far um tað. Men vilt tú tykjast opin, ræður um at hava leysar, opnar armar.

3. Álvarsligt andlitsbrá
Hetta kann fatast, sum at tú ert ónøgd ella finnist at teimum, ið eru rundan um teg, hóast tey ikki kenna tín hugburð. Smílist tú, vísir tað beinan vegin, at tú ert opin, álítandi, sjálvsikkur og vinarlig.

Les: 4 kropsmáls mistøk, vit gera



Góða eydnu.

Síggjast næsta mánadag.