MonaMorgun: Tekur tú ímóti rósi?

Mona Breckmann

06.11.2017 - 09:04

Mentan > Heilsa & Umhvørvi > Heilsa & Vælvera

Herfyri í einari bíðirøð á flogvøllinum eygleiddi eg eina kvinnu geva einari eldri kvinnu rós.

"Altso tú riggar væl í hasum litinum."
"Hettar her? Minst 10 ára gamalt...", hvesti móttakarin, men smíltist eitt sindur aftaná.
Hetta er ikki óvanligt. Nógv okkara vita ikki, hvussu vit skulu taka ímóti rósandi orðum.

Hví man hetta vera? Í nógvum førum kann tað hava nakað við okkara uppvøkstur at gera. Nógv okkara eru uppald at vera eyðmjúk og lítillátin.

Tá ið rós verður givið, er tað sum at fáa eina gávu. Taka vit ikki ímóti tí, fær gevarin eina kenslu av, at vit ikki virða tey, eins og tey virða okkum.

Her eru trý ráð:

Takka fyri
Flyt sjónarmiðið á gevaran og hansara endamáli ístaðin fyri at hugsa um okkum sjálvi. Takka fyri við einum smíli og tak ímóti rósinum.

Far ikki í ein "rós-dyst
"Fært tú eitt rós sum: "Hatta var ein góð framløga", ber ikki til at siga: "Ongantíð verði eg eins góð og tú". Hóast tú sjálv heldur hetta, tak fyrst ímóti rósinum, og síðani kanst tú geva viðkomandi rós eina aðru ferð á ein annan og betri hátt.

Hugsa um títt kropsmál
Fært tú rós, ver varug við títt kropsmál. Hevur tú krossaðar armar, hyggur vekk ella hevur eitt álvarsamt andlitsbrá, skumpar tú gevaran burtur. Hav eitt opið kropsmál og liggur tað lætt, nem við armin á gevaranum og takka fyri við einum smíli og eygnasambandi.

Les: 3 hættir at betra um títt fólkatekki

Góða eydnu.

Síggjast næsta mánadag