Mynd: Fótbóltssambandið.

Montenegro fekk síni fyrstu trý stig - meðan Føroyar fingu fult stigatal

Jens Hákun Leo

12.04.2017 - 07:30

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í øllum rokinum í gjár, sum var eftir 2-1 sigurin hjá Føroyum ímóti Turkalandi á Tórsvølli, vóru tað ikki mong, sum góvu sær far um, hvat var farið fram á ovara vølli um sama mundið í dystinum ímillum Montenegro og Luksemborg - ein dystur, sum bara skuldi fáast frá hondini, í og við at hvørki av hesum báðum liðunum høvdu fingið nakað stig á kontoina eftir tveir teir fyrstu dystirnar í bólkinum.

Í hesum dystinum var tað soleiðis, at Montenegro ongan iva læt vera um, hvør var betra liðið.

Montenegro vann dystin nevniliga heili 7-1.

Endaliga støðan í innleiðandi HM-undankappingarbólkinum hjá Føroyum gjørdist tí hendan:

1. Føroyar 3 3-0-0 9-3 9 stig
2. Turkaland 3 2-0-1 13-3 6 stig
3. Montenegro 3 1-0-2 8-6 3 stig
4. Luksemborg 3 0-0-3 3-21 0 stig

Føroyar koma við hesum víðari til HM-undankappingina sum vinnari av bólkinum, meðan hini trý londini í bólkinum harafturímóti eru útsligin við hesari endaligu støðuni. 

Harundir kemur Turkaland ikki víðari til HM-undankappingina sum besti 2´ari. 

Besti 2´ari gjørdist Moldova, sum fekk sjey stig í sínum bólki.