Morgunkórið og M.C. Restorff við ókeypis konsert í Finsen



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

09.04.2018 - 07:03

Mentan > Mentan > Tónleikur

Í samband við konsertferð til RIGA í Litavia hava vit saman við M.C. Restorff rimmar konsert i samkomuhøllini (aulan) í Finsen mikukvøldið hin 11.apríl kl. 19:30.

Tað verður eitt væl upplagt Morgunkór sum saman við M.C. Restorff kemur at syngja.

Morgunkórið, undir leiðslu av Sigrið Sivertsen, fer m.a. at framføra Fuglakvæði (eldra), Ró, Nánd og fleiri aðrar kendar sangir.

M.C., sum hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í meira enn 40 ár, fer at syngja nakrar av sínum kendastu sangum. Somuleiðis fara Morgunkórið og M.C. at syngja saman.

Peningurin, sum kemur inn, fer til konsertferð til RIGA í Litavia seinast í apríl. 

Konsertin er ókeypis, og kaffi og køkur verða til keyps.

Høvið verður eisini at lata kórinum ein peningaligan styrk. 

Vinarliga

Morgunkórið