Morten Olsen (Mynd: TV2)

Morten Olsen gevst við venjarayrkinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

08.02.2018 - 11:51

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyrrverandi danski fótbóltslandsliðsvenjarin, Morten Olsen, hevur avgjørt at gevast við venjarayrkinum. Hansara síðsti dystur gjørdist EM- playoff dysturin hjá Danmark móti Svøríki í 2015.

- Eg eri 68 ára gamal, og eg skal ikki verða venjari longur. Í yvir 40 ár havi eg arbeitt við fótbólti, og nú er tíð til onnur ting. Mítt venjaralív er yvirstaðið, sigur Morten Olsen við týska Bild.

Morten Olsen var danskur landsliðsvenjari frá 2000-2015. Hann hevur eisini verið venjari í Brøndby, týska Køln og hollendska Ajax.