Mynd: EPA

Mossack Fonseca varð hakkað

Steinar Patursson

06.04.2016 - 10:39

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Felagið, ið er mitt í rokanum um Panama skjølini, Mossack Fonseca, sigur nú, at servararnir hjá felagnum vórðu hakkaðir.

Talan var sostatt ikki um ein innanhýsis leka, ið mong hava hildið.

Ramon Fonseca, ið er ein av stovnandi eigarunum av Mossack Fonseca, ger sambært BBC greitt, at felagið varð hakkað av útlendskum servarum, og at felagið hevði sent málið til høvuðsákæran í Panama.

Samstundis fýlist Ramon Fonseca á, at eingin tosar um, at eitt lógarbrot er farið fram móti Mossack Fonseca.

Løgfrøðingarnir hjá Mossack Fonseca hava tí sent eitt skriv til The Guardian, ið er ein av miðlunum, ið hava verið við til at greina skjølini, at felagið umhugsar at stevna blaðnum, tí at blaðið hevur á ólógligan hátt fingið fatur á skjølum, ið Mossack Fonseca eigur.

Mossack Fonseca hevur allatíð hildið fast um, at felagið hevur einki ólógligt gjørt øll tey 40 árini, ið felagið hevur virkað.